Eysturoyar tjóðveldisfelag bjóðar í vikuskiftinum til árliga floksting Tjóðveldisins.
Flokstingið verður á Gjáargarði við Gjógv. Á skránni eru m.a. innkomin uppskot, formansfrágreiðing og innlegg frá landstýrisfólkum floksins.
Fríggjakvøldið hin 28. mars og leygardagin hin 29. er tjóðveldispolitikkur á breddanum á Gjáargarði við Gjógv.
Flokkurin fer á flokstinginum at stinga út í kortið nú flokkurin aftur situr í Tinganesi, og
Fríggjakvøldið er hin lógarfesti parturin á skránni, við framløgdum roknskapi, val av starvsnevnd og viðgerð av innkomnum uppskotum og atkvøðugreiðsla. Innkomin eru m.a tvey uppskot um broyting í viðtøkum floksins um uppstilling til løgtingsval, nú Føroyar eru eitt valdømi, og uppskot at samtykkja nýggja búmerki hjá flokkinum.
Leygarmorgunin kl. 9:00 er formansfrágreiðing Høgna Hoydals fyrst á skránni, og síðani er orðaskifti um hana.
Eftir døgurða kl.1.00 fara landsstýrisfólkini at hava hvørt sítt innlegg, um ætlanir og vónir til hetta samgonguskeiði, ein tíma seinni er politiskt orðaskifti.
Allir miðlar eru bodnir við, og annars eru øll vælkomin á floksting hjá Tjóðveldinum.
Eysturoyar Tjóðveldisfelag skipar fyri veitslu leygarkvøldið.




