sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sum letur illa at gongdini í løtuni, og ein høvuðsorsøk er vantandi arbeiðsmegi
– Eg vil fyrst undirstrikað at Maru Seafood hevur sera gott og dugnaligt starvsfólk, men tað er ein stórur trupuleiki at vit alla tíðina hava trupuleikar við at útvega arbeiðsmegi.
– Arbeiðsloysið í Føroyum er komið niður á 1% og eitt samfelag við so lítlum arbeiðsloysi er eitt sjúkt samfelag.
– Vit hava stórar trupuleikar at fáa fólk at arbeiða í fiskivinnuni og tað er í heilum at bátar ikki loysa vegna manningartrot. Vit hava línibát, sum nú hevur ligið við bryggju í 14 dagar av somu orsøkum.
Letur illa at gongdini
Stjórin í Maru Seafood er ikki nøgdur við gongdina í felagnum.
– Tað gongur hampuligt við framleiðsluni á landi, men vit eru langt frá tí tonsatalið, sum vit settu okkum fyri at framleiða.
– Tað gongur ikki væl við skipunum og stóru trupleikarnir við at útvega arbeiðsfólk eru sera tyngjandi fyri felagið.
– Tí er tað sera hugstoytt at upplivað at politikarar einki leggja í trupuleikarnar hjá okkum.
– Tað hevur verið tosað og tosað um manglandi arbeiðsmegina, men einki verður gjørt.
– Politikarar hugsað fyrst og fremst um seg sjálvan og at blíva afturvaldir – ístaðin fyri at hugsað um hvussu ein skapar framgongd.
– Støðan í løtuni er tann at vinnan manglar arbeiðsmegi samstundis sum tað er ógjørligt at fáa útlendska arbeiðsmegi.
– Hettar eru viðurskifti, sum politikarar kenna sera væl, men eingin vilji er til at loysa hesar trupuleikarnar og tí eru útlitini hjá vinnuni sera døpur.




