Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ted Turner, sum stovnaði CNN er ikki longur ateist

John William Joensen

Ted Turner, sum m.a. var giftur við Jane Fonda og sum stovnaði kendi tíðindastøðina CNN segði í seinastu viku at hann hevði vent ateismuni baki.

Tíðindastovan AP í NEW YORK skrivar:
Ted Turner, sum einarferð kallaði tey kristnu fyri "relgiøsar taparar" sigur nú at hann angrar mongu útsagnir sínar móti relgión og kristindómi, og má í dag viðganga at trúgv hevur eina postiva ávirkan. Í 1980 skrivaði Ted Turner sína egnu útgávu av tíggju boðunum og spurdi starvsfólk sum bóðu um fri halgidagar um tey vóru "Jesus freaks". Hann hevur síðani biði starvsfólkum um umbering fyri hetta. 

Turner sigur nú at hann ikki longur metir seg sjálvan sum ateist, sum hann annars altíð hevur hildið fast um. Hann viðgongur at hann biður fyri sjúkum kenningum tí – sum hann málbar seg – so skaðar tað ikki. 

" Eg eri vísir í at Gud, hvar hann so enn er, vil hava at vit finna saman og elska hvønn annan!" 

Samstundis byrjaði hann samstarv við Luterianska og sameindar Metodistiskar felagsskapir har hann saman við teimum ætlar at skaffa 200 millionir dollarar í stríðnum móti Malaria í Africa. 

"Vit mugu hava trúgv fyri at byggja ein betri heim", segði Turner "Og tað er umráðandi at vit standa saman og visa at vit tvørtur um trúgv, lond og onnur møkr kunnu samarbeiða fyri at útrudda Malaria." 

Turner stovnaði ein vælgerðar grunn undir ST í 1997 tá hann sjálvur setti eina milliard dollarar í grunnin.

Um Ted Turner
Robert Edward "Ted" Turner III er føddur 19. november í 1938 og er í dag roknaður sum eina av heimsins størstu fjølmiðlakongum og íbirtarum. 

Hann er mest kendir fyri at stovna CNN fyrsta 24 tímar tíðindarásin. 

Tá Turner var 24 ára gamal gjørdi papi hansara sjálvmorð og hann yvirtók fjølmiðafyritøku hansara, sum var ein lýsingarfyritøka. 

Hon hevði eitt virði uppá eina millión dollarar tá Turner yvirtók í 1963. 

Vit CNN broytti hann fjølmiðlaheimin har gjøgnumbrotið kom tá Rúmdarferjan Challenger sprongdist og fyrra Golf kríggið í 1991. 

Hann bleiv ikki minni kendur tá hnn giftist við kendu sjónleikarkvinnuni Jane Fonda og tey høvdu eina ikki minni "undirhaldandi" hjúnarskilnað.

Harleywoodpaint