Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ferðavinnan átti at troytt enn fleiri møguleikar

John William Joensen

Sigast má, at tað hevur gingið sera striltið at ment ferðavinnuna í Føroyum.

NORÐLÝSIÐ: LEIÐARIN

Tað er onki at taka seg aftur í, at menninir, ið nú í mong ár hava siglt úr Vestmanna við ferðafólki, eru teir, ið hava dugað eina best at selt Føroyar sum ferðamannaland. Síðani hevur Norðlýsið við Birgiri Enni verið eitt skilagott og áhugavert átak og seinnu árini eru hóast alt ávis tiltøk komin afturat, hóast tað er synd at siga, at tey eru mong og ógvuslig.

Hóast vit í Norðoyggjum hava stórslignað náttúru, so hevur verið sera deytt við skipaðum tiltøkum fyri ferðamannin, ið vitjar her á klettarnar. Tó, onkrir bátar hava roynt at fingið nakað burturúr og onkuntíð hevur verið skipað fyri gongutúrum, men sum heild er lítið komið burturúr.

Síðani vit fyri tveimum árum síðani fingu fast samband við meginlandið, hava tó glottar verið at sæð. Ivaleyst var Leirvíksfjørður ein forðing, tá vit høvdu ferjurnar á sinni. Ein sannroynd er tað í hvussu so er, at tað var sera trupult at fáa ferðafólk at taka ferjuna yvirum fjørðin, tey valdu fyri størsta partin ístaðin at vera hinumegin og heldur søkja norðastu endarnar har.

Nú eru møguleikar okkara nógv betur, ikki bert hava vit nú eitt gott fast samband, men harafturat er farleiðin ídag munin bíligari at gera nýtslu av, so hava vit nóg góð tilboð til ferðamannin, ið leitar sær til land okkara, so er onki at ivast í, at tað skuldi borið til at drigið til stórslignu náttúruna í Norðoyggjum.

Vit hava sæð, at eitt nú Hotel Sjómansheimið hevur fingið stórar moderniseringar gjørdar. Nú eru fýra matstøð í Klaksvík, umframt Hotel Norð á Viðareiði og Matstovan hjá Elisabeth. Harafturat eru nú fleiri bátar, ið fara at royna seg at sigla við ferðafólki, eisini ferðafólki, ið fær møguleikan at fiska.

Men veðrið í Føroyum er baldrugt, eisini um summarið, og tað er kanska her tað haltar við undirhaldi til ferðamannin, hvat skulu vit gera við hann, tá ov baldrugt er at sigla og kanska eisini lutvíst at fara í fjøllini.

Tað er umráðandi at vit tryggja ferðamanninum eina góða uppliving tá hann kemur hendavegin og tí áttu vit helst at skipa fyri fleiri ymiskum tiltøkum enn vit higartil hava gjørt. Harvið er ikki sagt at neyðugt er at “uppfinna” nakað nýtt, heldur er meira umráðandi at skipa fyri regluligum tiltøkum í summarhálvárinum og tá serstakliga tá veðrið er vánaligt.

Ferðavinnan skal sjálvandi vera so skipað, at ferðamaðurin fær hug at luttaka í ymiskum tiltøkum og harvið leggja pening eftir seg. Frá fremmandafólki hevur mangan verið at hoyrt, at tey hava hildið at ov fáir møguleikar hava verið her at leggja pening eftir seg, umframt at sova, eta og til fluttnings.

Vit eiga at gera okkum betri til at tæna ferðavinnuni ímóti gjaldi.

NORÐLÝSIÐ