Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar eiga at vera ansnir við útlendingapolitikkinum

John William Joensen

…sigur Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður í útlendingamálum

Nú nýggja útlendingalógin 1. juli fer at virkað í Føroyum, hevur Norðlýsið vent sær til Jógvan við Keldu, sum sat sum landsstýrismaður í útlendingamálum í 2004 og 2005 og vit hava spurgt hann, um hann kann koma við nøkrum viðmerkingum.

Vit vildu hava at vita frá honum, hvat hann heldur um hetta.

Jógvan við Keldu sigur, at hann framvegis er av teirri meining, at vit skulu verða sera varnir, hvussu vit fara fram í hesum máli.

– Fyri tað fyrsta verður sagt, at fer arbeiðsloysið upp um 3,5%, so skal bindast fyri, ella tað skal ikki gerast so lætt fyri útlendska ófaklærda arbeiðsmegi at koma inn.

– Her fari eg at minna á, at árini eg sat sum landsstýrismaður, var arbeiðsloysið ávíkavist 3,5% í 2004 og 3,8% í 2005, men trýstið bæði frá politikarum, eisini úr egnum flokki, frá fjølmiðlum, stovnum og øðrum var ómetaligt og politikarar fóru enntá illa við embætisfólkunum í Innlendismálaráðnum, tí ikki var givið eftir.

Skilur væl Ingeborg og Hans
– Tí spyrji eg bara, hvat er aftanfyri, tað sum er niðurfelt á pappírið, sum altíð er takksamt. At Ingeborg Winther og Hans Joensen eru sera ivasom skilji eg væl, við tí veika liði vit hava.

– Ikki longri síðani enn ímorgun vitsti Danmarks Radio at siga, at nú byggivinnan í Danmark er í afturgongd, var arbeiðsloysið har hjá múrarum 11%, og hyggja vit so, hvørjir sleppa at halda fram at vera á arbeiðsplássunum, so er tað teir eysturlendsku, meðan danir við síni kvalitetstryggingum verða sendir til hús.

– Við mínum royndum sum landsstýrismaður, so kenni eg, hvussu veikt politiska liðið er, hvussu fjølmiðlarnir taka undir við útlendingaloyvunum og nú, hvussu vinnan gevur okkara útlendingapolitikki skuldina. Her verður hart trýst.

Uppá fyrispurning okkara, um hvat hann hevði gjørt, minnir hann bara á, hvussu stutt er ímillum sveiggini í Føroyum afturímóti í Danmark, og hann er ræddur fyri, at hetta verður ikki so glæsiligt, sum roknað verður við, tí sum sagt politiska liðið er veikt, og Útlendingastovan og embætisfólki fer at liggja undir hørðum trýsi.

Harleyfacadeacryl