Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samgongan fingið fatur á rætta endanum

John William Joensen

– Tað ber væl til at finna góðar semjur við Gjógv, sigur Føroya Løgmaður sum er sera væl nøgdur við landsstýrisfundin

Tey átta landsstýrisfólkini saman við aðalskrivarunum hava allan dagin sitið á fundi í Gjáðargarði við Gjógv og sum skilst hevur talan verið um ein sera góðan dag hjá CHE stýrinum.

– Eg haldi sjálvur at vit hava havt ein sera góðan fund, sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður.

– Vit hava verið ígjøgnum tey ymisku málsøkini og hava tosað um tær íløgur sum ætlanin er at gera í hesum valskeiðinum og í einum 10 ára skeiði fram til 2018.

– Vit hava roynt at hildið okkum til tann yvirorðnaða íløgupolitikkin – og raðfest tey mál sum vit meta at hendan samgongan eigur at fremja. Tað er serliga mál sum útbúgving, mentan, gransking, heilsuverk og tey sosialu málini.

Sett hol á torføru málini
Løgmaður sigur at landsstýrið hevur tosað um íløgurnar á samferðsluøkinum.

– Tað er klárt at samgongan hevur eina kvotu sum merkir at vit kunnu brúka einar 250 milliónir um árið til íløgur og tað er klárt at hetta hevur sínar avmarkingar.

– Lat meg siga so mikið, at vit eru ikki komin til eina endaliga raðfesting – men vit hava sett hol uppá teir álvarsomu spurningarnar og vit eru komnir munandi nærri einari semju.

– Vit hava viðgjørt tey ynski, sum samgongan hevur og eru komin fram til nakað, sum vit føla er búgvið til at leggja fyri lítlusamgongu.

– Í morgin verður so fundur í lítlusamgongu og hósdagin verður so samgongufundur.

– Vit hava havt ein sera góðan fund og eg kann siga at vit hava eitt sera gott forstáðilsið fyri hvørjum øðrum og eru fús til at finna eina semju.

Arbeiðir ikki uttan fyri samgonguna
Løgmaður vísir aftur at ætlanin er at finna eina semju við Sjálvstýrisflokkin.

– Mítt útgangsstøðið er óbroytt og tað er at vit arbeiða við teimum 17 fólkunum, sum vóru við til at skipað hesa samgonguna og eg gangi ikki og telvið við øðrum møguleikum.

– Eftir fundin við Gjógv fari eg hugagóður til verka og eingin ivi er um, at samgongan skal standa sína roynd, sigur Jóannes Eidesgaard Løgmaður, sum annars vísti á at partur av Visiónsarbeiðinum hjá undanfarnu samgongu eisini var frami á fundi í Gjáargarði við Gjógv.

– Royndirnar siga mær at tað ber væl til at finna góðar semjur við Gjógv.