– Tað er bæði býtt og ógjøgnumhugsað at landsstýriskvinna blandar seg uppí arbeiði hjá bólkinum, sigur ein sinntur Gerhard Lognberg
– Eg má siga at hatta tíðindaskrivið úr Vinnumálaráðnum undirstrikar hvussu veik tey nýggju landsstýrisfólkini standa – við vantandi politiskum royndum.
– Eg skiljið ikki hví hon roynir at blanda seg uppí arbeiðið hjá politiska bólkinum – sum er settur at gera eitt tilmæli.
– Eg veljið at taka hasi orðini, sum eitt upplegg til samráðingar, tí eg kann siga so mikið at um hatta er veruleiki, so er eingin samgonga longur.
– Eg farið til arbeiðis í bólkinum við opnum sinni – og løgmaður segði í gjár at samgongan hevði spælt bóltin út til horna.
– Nú gleði eg meg til hornasparkið kemur – tí eg ætli mær at hedda bóltin í málið.
– Men tíðindaskrivið úr vinnumálaráðnum er ikki sørt ørkymlandi.




