Útivið eitt samdøgur eftir, at sundafólk sóu tsunamilíknandi viðurskifti í sundinum, var ógvusligur jarðskjálvti í Íslandi.
Vit, sum spent lurtaðu eftir Lis Mortensen frá jarðfrøði ímorgun vóru veruliga skuffaði, hon tosaði um eitt ógvusligt omanlop á kalsoynni, ið fekk fylgjur í sundalagnum, bæði á Gjógv, Oyndafirði, Hellunum, Fuglafirði og Leirvík.
Mundi jarðfrøðingurin ikki taka feil við Djúpini?
Fyrstu gitingarnar eru gjørdar til einkis, einki omanlop, ongin botnvending, men framvegis ongin útmeldinging frá okkara serkønu.
Okkum manglar eitt kvalifiserað boð upp á tað sum hendi.
Kann tað hugsast, samband ímillum fyribrigdið í gjár og jarðskjálvtan í Íslandi ídag?




