Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Heikki Mäenpää í Atlantis

Høgni Klakkstein

Finski tónleikasnillingurin, Heikki Mäenpää, verður at hoyra í Atlantis í kvøld kl. 20:00

Leygarkvøldið verður heimskendi finski tónasmiðurin, Heikki Mäenpää, at hoyra í Atlantis í Klaksvík. Mäenpää hevur millum annað gjørt tónleikin til kendu Mumifilmarnar
Í sambandi við at Klaksvíkar Býráð í hesum døgum hevur vitjan úr finska vinarbýnum Tammerfors, verður kendi tónasmiðurin og tónleikarin Heikki Mäenpää at hoyra í Atlantis nú leygarkvøldið.

Umframt tónleikin til filmarnar um Mumitrøllini, hevur Heikki Mäenpää skrivað hópin av tónleiki til alskyns teaturstykki.

Seinnu árini hevur tónleikurin hjá Heikki Mäenpää verið framførdur á pallum kring allan heim. Sjálvur spælir Heikki Mäenpää uppá hópin av ljóðførum og er hann tiltikin harmonikusnillingur

Heikki Mäenpää verður at hoyra í Atlantis leygarkvøldið kl. 20.00.
Atgongumerki á kr. 70,-, fáast á Shell-støðini í Klaksvík og við dyrnar.

Sí meir á heimasíðuni hjá Atlantis: Klikk her

Harleywoodpaint