Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Náttúran og menniskja

(Hannefía Joensen)

Miðsummarhaldið í Klaksvík verður hildið leygardagin 21. juni.

Sum vanligt tendra skótarnir eldarnar kl. 15 í Grøvini, har høvi verður hjá børnum og vaksnum at hugna sær til kvøldið kemur.

Kl. 19 verður miðsummarrøðan, og verður tað Anna Maria Fosaa, plantufrøðingur, ið fer at halda røðuna.

Sungið verður úr Songbók Føroya Fólks, og verða fólk tí biðin um at taka Føroya Fólks við.

Við tað, at tað nýstovnaða gongufelagið í Norðoyggjum sunnudagin skipar fyri einum túr til Blankaskála, verður ikki skipað fyri einum gongutúri aftaná, sum vanligt er. Ístaðin vilja vit geva fólki høvi at tekna seg til tann áhugaverda gongutúrin hjá gongufelagnum dagin eftir.

Tað er Norðoya Fornminnafelag, sum síðani 1989 hevur skipað fyri miðsummarhaldinum, so hetta er 20. ferðin, at felgið stendur fyri tí.

Felagið hevur avgjørt, at hetta eisini verður seinasta ferðin, at tað stendur aftanfyri tiltakið, so árini framyvir verða tað onnur, sum koma at taka sær av tí, og kanska verður tiltakið eisini øðrvísi skipað.

Felagið takkar tí øllum, sum hesi mongu árini hava verið við í tiltakinum, øllum røðarunum, skótafeløgnum í Klaksvík, sangkreftunum í býnum, Klaksvíkar kommunu, starvsfólki hjá kommununi, ferðaleiðarum og annars øllum, sum hava vitja tiltakið og verið við á gongutúrunum gjøgnum árini.

Vælkomin til miðsummarhaldið í Klaksvík.

Norðoya Fornminnafelag