Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ kvinnurnar vundu burturúr B36

Oliver Joensen

Við einum tryggum 6-1 sigri sendu KÍ kvinnurnar B36 kvinnurnar aftur til havnar við einum stórtapi.

Tað gekk sera væl hjá KÍ kvinnunum at stýra dystinum ídag á Djúpumýru ímóti B36. Hóast B36 royndi, so fingu tær ongantíð stýr á dystinum ídag, og sigast kann, at líka frá fyrsta bríksli megnaðu KÍ kvinnurnar fullkomuliga at stýra dystinum.
Hugaligt var eisini at síggja breiddina á KÍ liðnum, tí sjálvt tá venjarin ímóti endanum lovaði fleiri at teim ungu leikarunum inn, megnaði KÍ at trysta B36 og enntá fáa fleiri mál.
Ása K. Thomsen legði KÍ á odda, síðani skoraði B36 til 1-1 eftir verjuvillu hjá KÍ, Rannvá skoraði til 2-1, Olga Kristina til 3-1 og unga Sofía Purkhús legði KÍ framum bæði til 4-1 og 5-1 og Rannvá sló endaliga sigurin fastan við at seta bóltin í netið til 6-1.