Formaðurin í Klaksvíkar Ítróttarfelag, avdúkaði á tíðindafundi í gjár at Djúpumýra hevur skift navn til Injector Arena
Tað er vanligt at leikvallir í øðrum londum hava sponsoreraði nøvn, men hetta er fyrsta ferðin at hetta er roynt í Føroyum.
Tað er felagið Injector Doors hjá m.a. Jan Allan Müller, sum í samstarvið við Klaksvíkar Ítróttarfelag, sum fyri fyrstu ferð royna hetta í Føroyum.
Eyðstein Eltør frá Injector sigur at teir síggja KÍ, sum eitt spennandi felag – eitt felag sum er í stórari menning og teir trúgva fult og fast uppá at fremsta liðið hjá KÍ aftur fer at verða millum fremstu liðini í Formuladeildini.
– Vit hava fyri kortum latið skrivstovu upp í Klaksvík og vit eru tí sera fegnir um møguleikan at fara inn í eitt mennandi samstarv við KÍ.
Tummas Lervig, formaður í KÍ sigur at kjakast var um orði "leikvøllur" skuldi verða í navninum, men "arena" er latín og er lættari at brúka!
Sambært formanninum er tað sjálvur leikvøllurin, sum nú eitur Injector Arena, meðan økið kring Injector Arena framhaldandi eitur Djúpamýra.




