sigur Heini O. Heinesen, løgtingslimur, eftir fund við reiðarar, línu- og útróðrarmenn á Sjómansheiminum í dag.
– Ein niðurskurður uppá 20% er alt ov ógvusligur.
– Tá eg mælti til tað í tilmælinum frá vinnunevndini – hevði eg ikki havt møguleikan til at seta meg inn í skjølini sum vóru løgd fyri vinnunevndina.
– Men eftir at hava kannað skjølini eri eg komin til tað niðurstøðu at tað ber als ikki til at skerja dagarnar hjá flotanum so ógvusligt og tí fari eg heldur at mæla til at landsstýrismaður fer og brúkar tað lóg og tær heimildir sum eru í gildið, sigur Heini O. Heinesen m.a.




