Nógv rok hevur í seinastuni verið um nýggju lógina um landsjørð, skrivar Bjarni Djurholm, m.a.
Støðan í hesum máli er einfald hon,
– at bóndurnir kunnu ikki keypa jørðina. Einastu, sum kunnu keypa landsjørð (frá Búnaðarstovuni) eru kommunurnar og allur peningur frá sølu av landsjørð fer í landskassan,
-at bóndurnir kunnu ikki selja traðir, tað kann bert Búnaðarstovan gera og peningurin fer á festikonto (tað almenna)
– at bóndurnir kunnu keypa ognirnar á festinum (fjós, seyðhús etc.) fyri grundstykkjaprís (Búnaðarstovan skal góðkenna). Orsøkin til tað er, at festarar antin hava goldið fyri húsini frammanundan ella eru ávegis til tað.
Er ikki alt goldið, so fylgir skuldin við (bóndin hongur uppá hana) í avhendanini av ognunum. Sostatt fær bóndin ikki ognirnar fyri einki, men fyri tað, sum tær eru verdar, og hann skal sum vera man ikki rinda fyri tað, hann longu hevur goldið,
-at bóndin ikki dagin eftir, hann hevur yvirtikið ognirnar, kann selja tær víðari uttan so, at tað er til landbúnaðarendamál (Búnaðarstovan skal góðkenna).
Verður ognin seld víðari fyrsta árið, so skal bóndin av við 50% av søluprísinum til landið. 5 ár seinni skal hann av við 25% osfr. í 10 ár. Tann sum keypir er eisini undir somu treytum næstu 10 árini mótvegis landinum, 50% fyrsta árið o.s.fr.,
– at bóndin bert kann leiga lendi til onnur til landbúnaðarendamál (tað kundi hann eisini eftir gomlu lógini),
– at bóndin fær rættin til festibrævið. Hetta er gjørt fyri at hann skal hava javnbjóðis møguleikar sum vinnurekandi við aðrar vinnur. Bóndin kann veðseta bygningar, maskinur o.a. til íløgur, bert til landbúnaðarendamál (Búnaðarstovan skal góðkenna). Fyrimyndin er alivinnan, har alarin "eigur" aliloyvið, men ikki firðir og sund. Við hesi skipan fær eisini landið stórstu landsbúskaparliga úrtøku úr landsjørðini,
– at festibrævið kann latast/seljast tó undir teirri treyt, at Búnaðarstovan góðkennir tað. Tann sum fær/keypir festibrævið skal dokumentera útbúgving og royndir.
Festibrævið verður bert latið til tann, sum rekur landbúnað á festinum, viðkomandi hevur bústaðarskyldu og kann bert hava festi í eini Markatalsbygd. Tí er lítið hugsandi, at festibrøvini fara at vera umsett fyri upphæddir omanfyri tað, sum eitt vælrikið festi í mesta lagi kann forrenta. Festini kunnu ikki nýtast til annað enn til landbúnað. Skal festi brúkast til annað, so skal Búnaðarstovan taka avgerð um tað.
Nógvar aðrar treytir eru eisini, men tað kann bíða á hesum sinni. Eitt er tó vist, øll álopini á nýggju skipanina eru illgitingar úr enda í annan. Tað er ósømiligt at niðurgera heila vinnugrein. Tað man vera ævinsjúka, tá hon hevur tað best.
skrivar Bjarni Djurholm, m.a. í kjaktroginum hjá Norðlýsinum.




