Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Nýggja barnabøkur

(Hannefía Joensen)

Heimamissiónsforlagið hevur givið út tvær nýggjar barnabøkur í røðini “Smáar Signingar”.

Bøkurnar eru: "Eru einglar til?", sum Edvard poulsen hevur týtt og "Bøn", sum Eyðbjørn Jacobsen hevur týtt. Báðar bøkurnar eru týddar úr enskum. Tað er Kathleen Long Bostrom, sum hevur skrivað og Elena Kucharik, sum hevur teknað myndirnar.

Fyrru bøkurnar í røðini, "Bíblia teirra smáu", "Bønir teirra smáu" og "Himmalin" hava verið nógv eftirspurdar, men eru langt síðani útseldar.

Í báðum bókunum eru sera vakrar, fittar og hugtakandi tekningar. Bøkurnar eru egnaðar børnum frá 0 – 5 ár, og hava tjúkka permu, sum eisini tolir at smærri børn spæla við tær.

Í bókunum eru spurningar, sum børn vanliga spyrja, og verða teir svaraðir við skriftstøðum úr Bíbliuni. Hetta kann verða ein hjálp hjá foreldrum og øðrum, sum eru um børnini í dagligdegnum.

Bøkurnar eru góðar 70 síður hvør, og kosta kr. 85,00 stk. Tær kunnu keypast á www.hmf.fo og í bókhandlunum kring landið.