Fyrireikingarnar sum vórðu lagdar til rættis meðan Clinton sat við róðri, góvu úrslit undir Bush 9/11
Hesi seinastu stívliga sjey árini hevur amerikanski forsetin George W. Bush ikki verið viðfarin við mýkindum av vinstravonginum og av vinstravendu fjølmiðlunum, almennum sum privatum.
Ikki eitt ár eftir, at hann tók við stýrisvølinum í størsta og sterkasta landi í heiminum, hendi ræðuleikin 9/11, har yvirgangsmenn eftir nøkrum fáum minuttum broytti heimin og hálaðu teppið undan tí, sum eftir var av áliti hjá mongum á framtíðina.
Nú ein dagin helt oddagreinin í Sosialinum fyri og var so fegin um ta tíðina Clinton sat við róðrið, har hann dugdi sær hógv og streyk Russlandi og øðrum eftir hárinum, og tað gav frið í heiminum.
Hyggja vit at fyrireikingunum til ræðuleikan í álopinum á World Trade Center og Pentagon, har allur vesturheimurin varð álopin, so var tað júst í teimum døgum, meðan Bill Clinton ráddi fyri borgum, at hesir ótangar fingu frið til at leggja hesar ræðuleikar til rættis.
jvk
Kelda: ”Never again”.




