Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skomm at verða føroyingur í arbeiði uttanlanda

John William Joensen

Nu havi eg so eisini upplivað at verið speiðrikin á arbeiðisplassinum av ti at eg skal eitast fyri at vera føroyingur.

Í samband við rumblið ið hevur verið fyri í føroyskum politikki seinastu tiðina ella kanska betri sagt, seinastu árini, so hevur verið tosað dúgliga um hvat gongur fyri seg handan dyrnar i Tinganesið. Eisini á mínum arbeidsplassi, ið ivaleyst kemst av at reiðaríði hevur avís ahugamál í Føroyum, bæði innan olju og fiskivinnu.

Fyri at gerða tað heilt stutt, so eri eg flovur av at verða føroyingur nu um dagarnar. Tað verður flent dugliga eftir fiskivinnuráðharranum, uttanríkisraðharranum og løgmanni, og onkur hevur eisini haft a orði um eg ikki kundi taka mær av at geva hundinum hjá sær um hann sendi hann til Føroyar at stýra landinum.

Nú er komið so langt út, at einasta rætta er nokk at fara aftur til "vaðbeinið" sum onkur so dúgliga plagar at takað til.

Eg vil tí hervið leggja fram uppskot um at senda allar løgtings- og landsstyrismenn til hús soleiðis at teir næsta morgun fara til arbeiðis sum øll onnur, og síðan biðja "amtmannin" og 2 hjálparfolk ur Danmark at koma aftur at fáa skil á í hesum lítla oyggjalandi. Tad hevði ikki verið verri fyri føroyingar og Føroyar.

Kunnu tit hugsa tykkum hvussu nógv vit høvdu spart, allar lønirnar og pensjonirnar hjá hesum harkaliði…..eg ivist onga løtu i at bæði sandoyar- og skálafjørðstunnilin høvdu verið ráðiligir um eina leið.

Ja, nu er at "telva rætt" sum onkur tekur til i Norðlýsinum.

Leikirnir eru ikki so nógvir at velja ímillum, tí alt er roynt tey seinastu árini, leggið kongin og fylgið ráðum minum omanfyri.

Koyri teir fólkavaldu til arbeiðis sum øll vit onnur, soleidis at teir fingu somu løn sum teir hava givið "palleba" tey seinastu árini.

Tá hevði pípan fingið annað ljóð.

Vinarliga,
Kári Vitalis