Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroyingar í New York!

John William Joensen

Ljóshavið tók væl ímóti okkum, tá vit á Íslendskum veingjum, og í allar fagrasta veðri, lendu á John F. Kennedy flogvøllinum í New York, sunnukvøldið, um midnáttarleitið føroyska tíð.

Ørindini eru at umboða Føroya Løgting til S.T. aðalfundin sum í morgin týsdagin, verður settur á S.T. høvuðsborgini, her í veruliga høvuðstaði Amerikubúgva, New York. Lat tað vera sagt beinanvegin at kollveltingar vera ikki framdar, hvørki av undirritaða ella øðrum føroyskum parlamentarikarum heryvuri. Hagar er føroyska samfelagið ikki komið enn, men sum statur, hóast lítil, ber til við hepni, dugnaskapi, og diplomatii, at fáa ávirkan á sjálvan heimspolitikkin.

Í skrivandi løtu roynir Ísland av øllum alvi at telva seg til, á fyrsta sinna at fáa sess í máttmestu eindini í S.T., trygdarráðnum. Í trygdarráðnum sita heimsins sterkastu lond við føstum limum, men við dugnaskapi hava Norðurlond, roynt at tryggja sær ávirkan her við tveimum ára millumbili. Seinast Danir, sum høvdu sæti í trygdarráðnum í 2005 og 2006. Og nú royna grannar okkara fyri norðan, sum minsta landið nakrantíð at vinna sær sess í sjálvum trygdarráðnum. Kappingin er hørð við Eysturríki og Turkaland, men hvør veit. Íslendingar hava telvað áður.

Hóast S.T. skipanin, nú hon hevur 63 ár á baki, er ómetaliga stór og krevur nógva umsitingarorku frá øllum luttakandi londum, so er hon samanlagt fremsta viðurkenningin av samábyrgd okkara móti hvørjum øðrum, sum lond og fólk. Tey stívliga tvey hundrað londini, sum gjøgnum fólkarættin hava sett í verk sjálvsavgerðarrættin og vunnið sær støðu sum sjálvstøðugir statir er ógvuliga ymisk bæði so og so. Kina telur skjótt 1,5 mia. íbúgvar, meðan minsta S.T. landið, Nauru, einans hevur 10.000 íbúgvar. Tey eru tó púra samd um eitt. Støðan sum sjálvráðandi, er ikki nakað tú letur frá tær aftur!

S.T. aðalfundurin sum byrjar í morgin kl. 14.00 føroyska tíð, og sum heldur á komandi seks vikurnar, fer at viðgera nógvar fyri heimssamfelagið týdningarmiklar spurningar.

Friðarvarðveitandi arbeiðið er altíð raðfest frammalaga. Syndarliga støðan í Darfur er líka trupul sum áður. Tað verður við vesturheimsbrillum við spenningi fylgt við spentu støðuni millum Rusland og Georgia. Ein støða, sum ikki gerst betur av at “sovandi” russiska bjørnin, er farin í vinar-hernaðarvenjing, saman við Hugo Chaves. Fyribils, bleytar byltingar, sum fáa sjálvt afturhaldssinnaðar Amerikubúgvar, at síggja einvegis svart/hvíta Bush politikkin, sum eina farna tíð.

Stóra kjakið og takið, bæði hjá Amerikubúgvum og kring S.T. aðalfundin, er at fáa hótta amerikanska búskapin á føtur aftur, samstundis sum Kina og Rusland, ikki gerast ov sterkir leikarar á heimspallinum. Og tað sær út til at Amerikubúgvar fara at kjósa sær Barrack Obama, sum savningarmann í royndini at vinna á ovurhondsstóru avbjóðingunum, “over here”.

Hóast verðin er stór, og lopið av Sandi til New York, kann tykjast langt, so vóru fýra aðrir føroyingar, seinastu ferðafólkini vit sóu á Kennedy-flogvøllinum, áðrenn vit settu kósina móti Manhattan.

Páll á Reynatúgvu