Um vikuskiftið verður hol sett á eitt nýtt hondbóltskappingarár.
Sunnudagin kl.15:00 verður spennandi uppgerð í KÍ-høllini
millum kvinnurnar hjá Stjørnuni og StÍF
Spenningurin er stórur nú eitt nýtt kappingarár í hondbólti stendur fyri durum. Sum skilst, so hava liðini fyrireika seg væl. Hjá kvinnunum eru tað fleiri lið sum rættiliga ætla sær at bjóða Stjørnuni, sum hevur verið meistari seinastu trí árini, av.
Eitt av hesum liðum er StÍF, sum kemur á vitjan sunnudagin.
Dystirnir millum Stjørnuna og StÌF hava mangan verið javnir
og spennandi, so lagt er upp til ein undirhaldandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin kl. 15:00.




