Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv: Temadagur um sjúkuna Multipel Sclerose

(Hannefía Joensen)

Hósdagin 9. oktobur skipar Sclerosufelagið saman við Merck Serono fyri áhugaverdum temadegi á Hotel Hafnia.

Skráin fyri dagin verður hendan:

09.00 – 10.30
Um sjúkuna Multipel Sclerose
v/ neurologi Joan Højgaard frá Ríkissjúkrahúsinum

10.30 – 12.00
Medicinsk viðgerðartilboð til sclerosurakt
v/ neurologi Marianne Kirkegaard frá sjúkrahúsinum í Vejle og Give

12:00 – 13.00
Ábit
Marianne og Joan svara spurningum

13:00 – 14.30
Kunning um Sclerosucentrini í Ry og Haslev. Hvussu eru møguleikarnir hjá sclerosuraktum úr Føroyum at fáa eitt uppihald har ?
Neurolog Marianne Kirkegaard

14.30 – 15.00

Kaffi

15:000 – 16.30

Ein framtíðar granskingarverkætlan í Føroyum
Neurolog Marianne Kirkegaard

16.30 – 17.00
Um Sclerosufelagið og hvat tað hevur at bjóða
Form. fyri felagið Mogens Eriksen

17:00 – 18.00
Marianne og Joan eru aftur til reiðar at svara spurningum frá luttakarunum

________________________________________________

Øll, sum hava áhuga, eru hjartaliga vælkomin.

Seinasta freist at boða frá luttøku er 6. oktobur á tlf. 313706/262214 ella e-mail sclerosufelag@sclerosufelag.fo

Við vón um góða undirtøku
Sclerosufelagið