Fyri kortum høvdu vit eina grein við Kristian Eli og Rana Nolsø, og her er ein greinastubbi frá Hans Arna í oktober 2006
Grein, sum stóð í Norðlýsinum oktober 2006:
Viðmerking til grein hjá Kristiani Eli Zachariassen og Rana Nolsøe.
Eg var við á býráðsfundi tann 21.10.06, har fíggjarætlanin fyri 2007 var til viðgerðar, og eg má viðganga, at eg fór av fundinum við einum ringum smakki í munninum.
Á fundinum kunnaði eg um mína misnøgd í samband við viðgerðina av fíggjarætlanini fyri 2007, men tað var sum at sletta vatn á gás. Eingin reaktión yvirhøvur frá nøkrum av samgongulimum.
Tann politiska viðgerðin, bæði í ár og í fjør, var, eftir míni metan, milt sagt ein katastrofa. Eingin linja, eingin strukturur og eingin langtíðarætlan. Snøgt sagt eingin seriøsitetur.
Í mínari verð var hettar eitt spæl við tølum, uttan at vita fylgjurnar av einum niðurskurði av ein ávísari konto. Samgongulimirnir hava ringt við at verða erligir yvir fyri sær sjálvum, og ikki minst borgarunum, og tá ið fíggjarætlanin sá út til at koma út við einum ov stórum halli, vórðu ávísar konti skerdar, so tølini sóu nógv betri út. Grundgeving fyri hvat hendir, um ein konto varð skerd, var eingin.
Tað, sum undrar meg mest er, at polittikarar, sum hava sitið í so nógv ár, ikki taka eina slíka viðgerð í størri álvara, og hava eina yvirskipaða ætlan fyri, hvussu farast skal fram.
At viðgera raksturin av kommununi er nakað sum ikki kemur uppá tal, – tú far at vita, at har kann næstan einki gerast. Sjálvandi kann nakað gerast við raksturin, men tað tekur rúma tíð. Vit hava góðar møguleikar at rationalisera og effiktivisera raksturin av Klaksvíkar kommunu, og hettar havi eg gjørt vart við fleiri ferðir, men einki hendir. Ístaðin skulu vit sita og hoyra um, hvussu bleiv gjørt fyri fleiri árum síðani, og hvussu man ger í Havn. Hetta kann í mínari verð ikki brúkast til nakað sum helst. Eg finni meg stutt sagt ikki í, at mínar/borgarans skattakrónur verða viðgjørdar á slíkan óseriøsan hátt.
Eg stemmaði ímóti uppskotinum frá Rana og Kristian Eli um at hækka skattaprosentið. Mín meining er, at Rani og hansara menn skulu koma við meira ítøkiligum uppskotum/broytingum áðren eg fari at taka undir við at hækka skattaprosentið. At senda eina eyka skattarokning út til borgaran undir so óskipaðum umstøðum er heilt burturvið.
Í fjølmiðlunum hevur Rani Nolsøe latið ført fram, at í Klaksvíkar Býráði finst eingin beinleiðis samgonga ella samgonga, tí samstarvið eftir øllum at døma gongur so væl yvir mørk.
Hetta er ein beinleiðis reingjan av veruleikanum, og er at kasta borgarunum torvmold í eyguni. Eg kann greiða Rana, og øllum borgarunum í Klaksvíkar Kommunu frá, at stóra vandamálið er, at innan ta sokallaðu samgonguna í Klaksvíkar Býráð, finst bæði ein samgonga og ein andstøða, og tí leika menn í, sum teir gera.
Eg dugi ikki at skilja, at vaksnir menn ikki vilja síggja veruleikan í eyguni, og kalla ein spaka fyri ein spaka, heldur enn at spæla hund við veljarunum.
Leiðslan í Klaksvíkar Kommunu er stutt sagt kaotisk.
Hans Arne Bertholdssen, býráðslimur fyri Sambandsflokkin.




