Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innlit í Atlantis – ger so væl! (seinni partur)

Høgni Klakkstein

Herfyri var núverandi formaðurin í mentunarnevndini, Erik Andreasen so óheppin, at hann gleið í einari óhepnari orðing, har hann sipaði til ráðandi “fíggjaróskilið” í Atlantis. Hetta var um somu tíð sum ein fundur varð hildin í kommununi, har ymsir mentanaraktørar í býnum vóru hjástæddir (tó ikki Atlantis).

Hetta fekk meg í løtum at hugsa um hetta mundi vera umboðandi ein generellan hugburð í kommununi mótvegis Atlantis; tó skal skoytast upp í, at eftir at hava kunnað borgarstjóran um málið, møttust eg og Erik á fundi í býráðshúsunum. Har vísti eg honum roknskapin fyri seinastu fýra árini, sum við greiðum tølum vísa at raksturin er farin reiðiliga fram. Eisini hevði eg nøkur uppskot við í skjáttuni, har eg vísti á nakrar smærri og størri lemjandi niðurskurðir, har seinast nevnda alternativ var stutt og greitt at stongja Atlantis. Eftir loknan fund bað formaðurin staðiliga um umbering fyri óumhugsað úttalilsir um fíggjarligu viðurskiftini í Atlantis. Eftir hetta hevur tónin millum okkum báðar verið bæði blíður og positivur.

Havandi hetta í huga vil eg nýta høvið at leggja somu skjøl fram fyri allar skattaborgarar í Klaksvíkar Kommunu, har til ber at síggja hvussu hesin parturin av teirra skattakrónum verður umsitin. Mén; her er bert talan um allarovasta glerið á tiltikna ísfjallinum. Klaksvíkar Kommuna hevur ein árligan rakstur, sum eftir hvat eg havi frætt liggur um 106 milliónir kr. Við hesum skrivi, sum eg havi lagt fram fyri almenningin er nú høvi at síggja hvat tann fyrsta knappa ¾ milliónin, (ella 0.6%) verður brúkt til. Spennandi verður at síggja um aðrir stovnar í kommununi eisini fara at gera sær dælt av tíðarandanum, har gjøgnumskygni og opinleiki fær ein náttúrligan leiklut, har avgerðir verða tiknar. Hugaligt hevði verið um t.d. roknskaparleiðarin hjá kommununi og ymiskir kommunalt fíggjaðir stovnar loftaðu stafettini, soleiðis at vit fingu greiðu á hvat hinar 105 milliónirnar og trýhundraðtúsund krónurnar, (ella 99.4% av játtanini) verða brúktar til, tí enn er langt á mál.

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri koma tygum beinleiðis inn á áðurnevndu skjøl, sum nú kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Atlantis.

NB! Bláu tølini og teksturin eru notur hjá undirritaða, hetta fyri at gera skjótt av við at kunna formannin í Mentunarnevndini um gongdina frá ári til ár. Eisini kann síggjast ein nýliga íverksett príshækking á atgongumerkjum til filmar, sum eru longri enn 1 tíma og 40 minuttir í spælitíð, umframt tvær síður um sparingar.

Trýst her:

Vinarliga,

Høgni Klakkstein, dagligur leiðari í Atlantis.