Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Skúlin á Ziskatrøð nýggja heimasíðu

(Erik Biskopstø)

Skúlin á Ziskatrøð hevur fingið nýggja heimasíðu. Her kunnu foreldur fáa kunning um ymiskt skúlanum viðvíkjandi.

Netið gerst í dag alsamt meira og meira tað staðið, har ung og gomul ferðst. Tí hevur skúlin á Zisktrøð valt at leggja størri dent á Heimasíðuna.

Skúlin hevur havt heimasíðu fyrr, men hendan er meira nýmóts, og hevur eisini betri møguleika til myndasavn o.a.

Adressan er http://ziskatrod.com/

Leiðslan vónar, at hetta kann vera ein hentur miðil, sum kann betra um samstarvið millum heim og skúla.