Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eg var “bergtikin” av bygninginum

John William Joensen

Hetta sigur Niels Mortensen, sum fyri árum síðani keypti spinnaríið og høllina hjá Klaksvíkar Timburhandli við Klingrugarð. Hann hevur visiónir um at bygningurin verður eitt nýtt mentanarhús

– Vit høvdu sum so ongar ætlanir við gamla Spinnarínum, tá vit keyptu øki frá Klaksvíkar Timburhandli. Ætlaninar hjá okkum um bygging í Klaksvík eru komnar eitt sindur í drag, og hesa tíðina hava vit havt nógvar skitsur á borðinum, bæði við at byggja har Spinaríið stendur og eisini niðanfyri, og eisni var frammi at brúka øki har Spinnaríið stendur til parkeringspláss.

– Men tá eg á fyrsta sinni var í Klaksvík og hugdi eftir bygninginum var eg "bergtikin" av honum. Eg ímyndaði mær at hetta kundi blíva ein varði í Klaksvík.

– Bygningurin er í sera góðum standi tá hugsa verður um at hann er byrdur undir krígnum. Harafturat er talan um byggilist, við tað at vindeygu og sperrur eru stoypt, helst orsaka av at ilt var at útvega timbur í krígsárunum.

– Vit hava gjørt av at byggja ein Bónusbygning á økinum eystanfyri Spinnaríið. Hvat hendir við Spinnarínum vita vit ikki í løtuni, men arkitekturin hjá okkum Magnus Hansen, hevur spælt sær við nakrar tankar og eg haldi at hesin bygningurin átti at komi lokalsamfelagnum til gagns. Vit eru í øllum førum positivir, sigur Niels Mortensen við Norðlýsið.