Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landið tekur grundarlagið undan dagtilhaldinum

John William Joensen

– Vit hava júst samtykt eina útbygging av Dagtilhaldinum, men um landið ikki framhaldandi er partur av rakstrinum, so er grundarlagið undir Dagtilhaldinum í stórum vanda, sigur borgarstjórin

Í samband við viðgerðini av fíggjarætlanini fyri 2009 er komið fram at dagtilhaldini kring landið ikki longur fáa játtan frá landinum.

– Hetta tekur grundarlagið undir arbeiðum og tað kemur sera illa við hjá okkum.

– Eg átalið hetta uppá tað allar kraftigasta tí hetta er bara eitt av mongum málum har landið leggur byrður út á Kommunurnar.

– Verður eingin játtan frá landinum til Dagtilhaldini – er grundarlagið vikna munandi.

– Vit hava samtykt eina fíggjarætlan fyri 2009 og vit hava ikki tikið hædd fyri at stuðulin frá landinum nú verður burtur, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.