Jógvan Arge, sum fyrradagin kravdi “Time out” í samgongusamráðinunum, sigur at einki alternativ er til Javnaðarflokkin og Tjóðveldi
Kl. 17 í dag skipar Tórshavnar Býráð seg við Heðin Mortensen, sum borgarstjóra, og Jógvan Arge sigur at tað ongantíð hevur verið uppá tal at skipað aðra samgongu.
– Vit í Tjóðveldi eru samdir um at skipa samgongu við Javnaðarflokkin og hóast tað hevur verið tosað ymiskar vegir so hevur tað ongantíð verið uppá tal at fara undir annað samstarv.
– Ætlanin við at starvseta tveir politkarar er ikki slept og vit hava vón um at tað fer at eydnast, er stutta viðmerkingin vit fingu frá býráðsliminum í morgun.
———
Klokkan 17.00 hósdagin verður fyrsti fundur hjá nýggja býráðnum. Á hesum fundi fer býráðið at skipa seg við formansskapi og føstum nevndum.
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava við sínum tilsamans níggju býráðslimum tikið seg saman í samgongu. Somu flokkar vóru í samgongu farandi valskeiðið
Heðin Mortensen verður í uppskoti sum borgarstjóri og Bogi Andreasen sum 1. varaborgarstjóri.
Líkt er til at formanssessirnir í teimum føstu nevndunum verða mannaðir soleiðis:
Jógvan Arge í mentamálanevndini. Marin Katrina Frýdal í teknisku nevnd. Bogi Andreasen í byggi- og býarskipanarnevndini Jákup Símun Simonsen í havnarnevndini. Heðin Mortensen í fíggjarnevndini, Halla Samuelsen í sosialu nevnd og Elin Lindenskov í heilsu- og umhvørvisnevndini.
Á hesum fundinum fer býráðið einans at skipa seg við formansskapi og nevndum. Annars tekur tað ikki við fyrrenn 1. januar 2009. Til ta tíð situr býráðið, sum varð vald fyri fýra árum síðani.
—




