Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Talv-olympiadan 2008: Tepur ósigur til Føroyar

Norðlýsið ÍTROTTUR

Í níggjunda og triðseinasta umfari av talv-olympiaduni vórðu føroyingarnir fyri einum teprum ósigri ímóti Katar, sum er nakað sterkari á pappírinum, serliga á fremru borðunum.

IM Helgi Dam Ziska var uppi ímóti einum stórmeistara á 1. borði, og FM Heini Olsen møtti einum altjóða meistara á 2. borði, og báðir vórðu teir fyri ósigri. Helgi, sum hevði svarta fólkið, mátti lúta eftir 58 leikir, og Heini, við hvítum, gavst eftir 48 leikir.

Mótstøðan var ikki eins øgilig á teimum báðum aftaru borðunum, og har gjørdist føroyska úrtøkan eisini frægari.

John Rødgaard, við svarta fólkinum, fekk remis á 3. borði eftir 57 leikir, og tað gekst enn betur hjá Jóan Hendrik Andreasen á 4. borði, har hann við hvítum vann longu eftir 25 leikir.

Sostatt taptu Føroyar dystin leygardagin, men við so teprum muni, sum tað kann lata seg gera, 1½ – 2½.

Sunnudagin skulu Føroyar møta Libanum, sum sambært heimasíðuni hjá talv-olympiaduni liggur væl lægri enn vit á styrkistalvuni.

Sostatt skuldu útlit verið fyri einum sigri sunnudagin.