Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fólkaatkvøðan í Grønlandi

John William Joensen

Nú fingu grønlendingar so endiliga eina heimastýrisskipan, sum nærkast tí, vit fingu í 1948, og teir hava vunnið ein stórsigur við at fáa hana samtykta á tí vegleiðandi fólkaatkvøðuni tann 25. november.

Sambært tølunum fyri fínteljingina gjørdist úrslitið, at 72% av veljarunum tóku lut í fólkaatkvøðuni. Hetta er óvanliga høg lutøka á eini fólkaatkvøðu, tí har er vanliga ringt at fáa meir enn 60% at møta upp. Av hesum vóru 75% fyri, 24% ímóti, meðan 1% annaðhvørt læt inn ógildugan ella blankan seðil. Av ølllum veljarunum vóru tað sostatt 54% ið vóru fyri. Hetta er nógv. Tá núverandi danska stjórnarskráin varð samtykt í 1953 skuldu 45% av øllum veljarunum vera fyri, og tað gekk akkurát, bert eitt hálvt prosent var í avlopi.

Tá íslendingar í 1918 høvdu fólkaatkvøðu um hvørt landið skuldi gerast eitt sjálvstøðugt ríki, vóru tað ikki 40% av veljarunum, sum atkvøddu fyri. Undirtøkan fyri loysingini í Føroyum 1946 var tí ikki so langt av leið, tí her vóru tað 33% av øllum veljarunum, sum vóru fyri. Valluttøkan í Føroyum 1946 var nógv størri enn í Íslandi 1918, og bert nøkur fá prosent lægri enn í Grønlandi 2008.

Tað grønlendingar heldur ikki fingu við síni nýggju heimastýrisskipan, men sum vit fingu í 1948, er ásetingin um, at tað eru vit sum hava skattarættin og ikki danir. Tað var hesi áseting fyri at takka, at vit fingu ræðisrætt yvir ráevnum í undirgrundini, og her vantar framvegis nógv hjá grønlendsku heimastýrisskipanini.

Bæði vit og grønlendingar hava tí nógv at vinna við at standa saman.

Zakarias Wang