Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ægir letur stórfingna gávu til tilhaldið Sóljuna

John William Joensen

Í samband við kappingina “Klaksvík National” var skipað fyri lutaseðlasølu undir kappingunum har vinningarnir vóru fartelefonir frá Føroya Tele.

Avgjørt var at yvirskotið frá lutaseðlasøluni skuldi fara til eitt vælgerandi endamál í býnum og valið fall á tilhaldið Sóljan í Klaksvík.

Í samband við at tilhaldið skipaði fyri jólaborðhaldi fyri eldri á sjómannsheiminum handaðu umboð fyri Ægir, Símun Akursmørk og Kaj Dam, leiðaranum fyri tilhaldinum, Mamy Dahl Sørensen, ein kekk áljóðandi kr. 2.500,-