Teir skulu fyrst góðtaka tað at teir skulu rógva langt yvir 30 dagar og ikki hava møguleika klára nakra rekord og harafturat er neyðugt at ansa eftir matinum
Tað eru løtur sum nú, at vit verðuliga koma at síggja dygdinar hjá hesum monnum umborð á La Mondiale. Teir hava longu víst at teir rógva skjótt og arbeiða sera væl saman sum eitt toymi.
Nú hava teir júst verði sera skuffaðir og tað er ikki bara sum at siga tað, tá ið man liggur 1500 km út frá Grand Canaria.
Tann harða venjingin í teir gjørdu undir fyrireikinginum til túrin, kemur nú til sín rætt. Sálarliga og likamliga vera nú allir trýstir út á grensuna.
Teir skulu fyrst góðtaka tað at teir skulu rógva langt yvir 30 dagar og ikki hava møguleika klára nakra rekord. Síðan er tað maturin, teir hava við er til eini 30 dagar, tí skulu teir til at passa uppá at maturin røkkur til allan túrin.
Ikki er undarligt at Leven Brown skipari hevur sett høg krøv til manningina áðrenn túrin, tí tað er ikki til at vita hvat man kann koma út fyri. Avbjóðingin fyri menninar umborð á La Mondiale er nú á einum nógv hægri støði, har í tann sálarliga styrkin kemur at spæla nógv inn.




