Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hundalív í Norðoyatunnlinum

John William Joensen

Tunnellfríggj er ikki ókent fyribrygdi og í vikuskiftinum tók politi tveir hundar í Norðoyatunnlinum

Teir vóru á veg til Leirvíkar – men mongum brestur ætlan – tá teir miðskeiðis í tunnlinum vóru tikinir av politiinum.

Annars var talan um eitt sera friðarligt vikuskifti.

Fríggjakvøldið fekk politi eina fráboðum um yvirháling í norðoyatunnlinum. Tað var yvirhálaði bilførarin sum ringdi og meldaði og sambart politiinum í Klaksvík verður sak skrivað í løtuni.

Leygarkvøldið ganga tveir hunda leysir í Norðoyatunnlinum og rætti eigari far bót og skal eisini gjalda fyri mat og uppihald hjá hundunum í fongslinum.

Politistar sum høvdu vakt á støðini um vikuskifti varnaðust at nakrir smádreingir vóru í ferð við at gerða seg inn á buss-skýlið í miðbýnum.

Eisini vóru smærri stormskaðar fráboðaðir, so sum rivnar takplátur og klædningar.