Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

SKRIVIBÓKIN: Øll eiga eina søgu

John William Joensen

Tínar bestu søgur hevur tú innan í tær sjálvum ella sjálvari, tí tú hevur sjálvur ella sjálv verið við í søgunum.

Tað eru túsundtals hendingar, sum tú veitst meira um enn øll onnur í allari verðini. Hóast onnur hava verið við, hava tey helst ikki upplivað tað, sum hendi, á sama hátt sum tú.
Tá ið tú skrivar um tínar egnu upplivingar, kenslur og tankar, kanst tú skriva við einari innliving, sum ger lesaran forvitnan. Einstakar løtur, tá ið vit hava verið ovurfegin, sorgarbundin, óð, óttafull ella vónsvikin, eru vit von at minnast alt lívið. Somuleiðis tá ið vit hava gjørt okkum fyri skommum ella hava gjørt okkurt, sum vit kunnu vera errin av. Løtur, sum eru fullar av kenslum, eru góðar at skriva um. Tær kunnu gerast ein stutt yrking við nøkrum fáum reglum ella eitt íkast til eina longri søgu – ella kanska eina heila bók."

Soleiðis sigur svenski rithøvundurin Lasse Ekholm, sum hevur skrivað SKRIVIBÓKINA, um tað at skriva søgur. Hann er royndur rithøvundur og hevur skrivað ein hóp av ungdómsbókum. Bæði stuttligar, ógvisliga og lættlisnar bøkur. Hann veit, hvussu tú kanst fáa fastatøkur á lesaranum, og so dugir hann ógvuliga væl at greiða frá og leggja øðrum lag á.

SKRIVIBÓKIN er býtt upp í 16 kapitlar: – Nøkur góð ráð – At lýsa søgufólk – At lýsa støð – At lýsa hendingar – At lýsa mót og vegamót – At skriva samrøðu – At skapa myndir við orðum – At finna rætta orðið – At snikka ein tekst til – Hvat skal eg skriva um? – Nøkur skrivispøl – Orðaputl – At skapa langar søgur – Nú ella tá? – Hon ella eg? – At kveikja lesarans forvitni – Snávingarsteinar.

SKRIVIBÓKIN er ikki endaliga svarið, sum onkur leitar eftir, men er meira ætlað sum ein spennandi handbók og leiðvísari til teirra, sum ganga og spæla sær við tankan um at skriva søgur. Her lærir tú teg, hvussu tú skrivar soleiðis, at tú kveikir áhugan hjá lesaranum og heldur hann hugfangaðan frá byrjan til enda. Tú lærir, hvussu tú skalt lýsa fólk, støð og upplivingar soleiðis, at lesarin sær alt samalt fyri sær.

Øll hava okkurt at siga frá. Kynstrið er at gera tað soleiðis, at onnur lurta eftir tær ella lesa tekstin hjá tær við áhuga. Í hesari bókini eru stuttligar og hentar skrivivenjingar, og víst verður á, hvussu tú fet fyri fet kanst byggja eina søgu upp og skapa eina forvitnisliga frásøgn, sum loypur brell á lesaran.

Ikki minst í okkara tíð er tað umráðandi at duga at málbera seg, bæði í talu og í skrift. Bæði í Svøríki og Noregi er tað síðan í sjeytiárunum vorðið siðvenja, at rithøvundar saman við lærarum og næmingum skipa fyri stuttum skeiðum um skriving. Rithøvundurin Lasse Ekholm vísir serliga á snildir og brøgd, sum ein góður høvundur eigur at duga. Høvuðsinnihaldið í SKRIVIBÓKINI er vorðið til á sovorðnum skeiðum, sum svenski rithøvundurin Lasse Ekholm saman við lærarum hevur hildið fyri næmingar úr øllum Svøríki. Í bókini vísir Lasse Ekholm m.a. dømi um, hvussu tú finnur tey áhugaverdastu evnini til frásagnir tínar, og hvussu tú skrivar soleiðis, at tú nemur við lesaran og skapar innansjónir.

Og minst til: Øll eiga eina góða søgu – og tínar bestu søgur hevur tú innan í tær sjálvum ella sjálvari!
SKRIVIBÓKIN kom fyrstu ferð út á svenskum í 1996 og er síðan týdd til grannamálini og endurprentað fleiri ferðir. Beinraknu og skemtiligu myndirnar hevur navnframa svenska listakonan Christina Alvner teknað. Upplýsingar um hana standa her: http://sv.wikipedia.org/wiki/Christina_Alvner

Lasse Ekholm er serliga kendur fyri mongu ungdómsbøkur sínar: http://sv.wikipedia.org/wiki/Lasse_Ekholm

Jákup í Skemmuni hevur týtt Skrivibókina, sum forlagið Nýlendi gevur út. Bókin er sett hjá Cre8.fo í Klaksvík og prentað og bundin inn í stíva kápu hjá Print-it í Litava. Bókin, sum er 128 síður til støddar, fæst í øllum bókabúðum fyri 140 krónur.

Harleyfacadeacryl