Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leiðslan í kringvarpinum provokerar fólkaræði

John William Joensen

Í løtuni er fyrspurningur um morgunlesturin í Kringvarpinum á skránni í løgtinginum og tað er greitt at tinglimir eru sera misnøgdir við leiðsluna og stýri í Kringvarpinum og tingmenn brúktu stór lýsingarorð sum provokatión – álop á føroyska mentan og hóast nógvir tinglimir tóku orði var tað eingin sum skilti framferðina hjá Kringvarpinum

– Kringvarpið eigur at verður avtikið og selt privatum, segði Tórbjørn Jacobsen m.a.

– At niðurleggja eina sending sum hevur rót í føroysku siðalæruni er ein grov provokatión móti fólkaræðinum søgdu fleiri tinglimir m.a.

– Ein klossugt kringvarpsleiðsla sum roynir við at føra handilsligan politikk at kappast beinleiðsi móti øðrum privatum miðlum, søgdu aðrir.

– Ábyrgdin liggur hjá Kringvarpsstýrinum – men eg má siga at eg eri sera vónsvikin av stýrinum í kringvarpinum og tað sum er farið fram á stovnium í seinastuni, segði Andrias Petersen m.a. sum helt ikki at leiðslan og stýri í málinum um morgunlesturin hevur stungið fingurin í sjógvin.

– Hetta er eitt álop á føroyska mentan – vórum m.a. Alfred Olsen og Andrias Petersen samdur um.