Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Thormund/Sigmar vunnu sjavskappingina

(Erik Biskopstø)

Seinasta hóskvøld skipaði Bláabylgjan fyri sjavskapping. Undirtøkan var sera góð, tað høvdu heili 30 fólk leita sær niðan í KÍ loftið.

Av tí sama var valt at gera 2 bólkar, har vinnarin í øðrum bólkinum leikti ímóti nr. 2 í hinum bólkinum, og øvugt. Finalan var ímillum Thormund/Sigmar og Klávus/Kjartan, har Thormund/Sigmar fóru avstað við 1. plássinum.

Bláabylgjan skipar aftur fyri sjavskapping nú hóskvøldið kl. 19.00 uppi í KÍ loftinum.

www.blaabylgjan.com