Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Klettskarð skoraði fyri FC Amager

John William Joensen

Leygardagin spældu FC Amager venjingardyst móti Danmarksseriu-liðnum ”Kastrup” og vann 5-0

Sambart heimasíðuni www.fcamager.dk varð Páll settur inn í álopið í seinra hálvleiki.

Tá 10 minuttir vóru leiktir víst Páll seg fyri fyrstu ferð tá hann við kroppstyrki vinnur ein høgan bólt frá einum verjuleikara. Hann snarar og setur kós móti málinum men tíanverri komu tríggir verjuleikarar ímillum og einki spurdist burtur úr.

Tá 40 minuttir eru leiktir fangar páll eina sending og finar seg leysan av einum mótstøðuleikara, málmaðurin kemur útímóti men Páll er ósvikaligur og smekkar bóltin í netið til endaligu støðuna 5-0.

Les meira um dystin á www.fcamager.dk