Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Aðalfundurin skrivaði søgu

John William Joensen

Tvær kvinnur eru fyri fyrstu ferð í søgu KÍ’s valdar inn í ovastu leiðsluna

Kelda: www.ki.fo

Klaksvíkar Ítróttarfelag hevði aðalfund mánakvøldi 17. februar.

Tað heilt sermerkta við hesum fundinum varð at tvær kvinnur blivu valdar í ovastu leiðslu felagsins.

Fitt av fólki vóru møtt upp til fundin og formaðurin Tummas Lervig bjóðaði vælkomin og síðani var farið ígjøgnum dagsskránna við Pól Mikkelsen sum orðstýrara.

Í nevndina fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag blivu vald:

Tummas Lervig, formaður.

John William Joensen, næstformaður

Anja Samuelsen, ábyrgdarfólk fyri fótbólt

Anna Maria Dahl, ábyrgdarfólk fyri fótbólt

Jóhann Lutzen, ábyrgdarfólk fyri samskifti

Kristoffur Ragnarsson, ábyrgdarfólk fyri hondbólt

Einki ábyrgdarfólk fyri fíggjarviðurskifti varð valt, tó at Guttorm Sørensen ikki tók við afturvali, men nevndini varð heimilað at finna eitt skikkað fólk av aðalfundinum.

Einki ábyrgdarfólk fyri fíggjarviðurskifti varð valt, tó at Guttorm Sørensen ikki tók við afturvali, men nevndini varð heimilað at finna eitt skikkað fólk av aðalfundinum.

Rokniskapurin fyri KÍ bleiv góðkendur av aðalfundinum. Limagjaldið og leikaragjaldið varð sett eins og í fjør.

Jóhann Lutzen, stjóri í Sp/f KÍ, ið tekur sær av fremsta mansliði felagsins, kunnaði at enda um leistin og tók fram tær meginreglur stýrt verður eftir.