Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dávur Winther, skrivar: Heilsurenningin væl móttikin

Oliver Joensen

Nógv fólk møttu upp til heilsurenningina við borgarstjóranum og landsstýrismanninum í heilsumálum á odda.

Treysti rennur innadura í Badmintonhøllini týs- og hóskvøld kl. 18.00. Tá plaga at vera eini 40 – 50 fólk við. Annars plagar at vera runnið uttandura móti vári, tá munandi fleiri eru við.

Til heilsurenningina vóru nærri 70 fólk við, so ikki kann sigast annað, enn undirtøkan var góð henda vetrakenda Torra-leygardagin í Klaksvík.

Aftaná møttu flest allir rennanrin, saman við nógvum øðrum upp á Heilsukaféini at máta puls, blóðsukur og –trýst, og eisini at fáa sær ein nýgjørdan leskidrykk av fruktum.