Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Milliardirnar hjá Løgmanni eru nú milliónir

John William Joensen

Kári Højgaard sigur at tá løgmaður í Ólavsøku- og nýggjársrøðuni tosaði um 4,6 milliardir í grunnum sum kundu brúkast til gransking – so var rætta talið umleið 400 milliónir.

Kári P. Højgaard sigur at svarið frá løgmanni vísir greitt at tølini sum løgmaður hevur spælt sær við í fjølmiðlunum ikki halda stikk.

– Tað er at fegnast um at føroyingar eru væl konsolideraðir við teimum pengum sum standa í umrøddu grunnum.

– Hetta hevur sera stóran týdning tá tosað verður um kreditvirði í eini tíð har altjóða búskapurin er sera illa fyri.

– Men hinvegin merkir hetta als ikki at umrøddi peningur er tøkur.

– Tað sum stendur í landsbankanum kann ikki rørast og tað sum stendur í ALS og Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum er uttan fyri ávirkan frá politisku skipanini.

– Eftir eru nakar heilt fáa milliónir – einar fýra til fimmhundrað milliónir og tað er langt frá teimum 4,6 milliardunum sum Føroya Løgmaður hevur tosað um.

– Vit hava eisini ein bankasektor, sum í góðu tíðunum hevur oyst pengar út í umferð – og nú tá ástendur eru teir noyddir at smekka lokið á.

– Tí er sera umráðandi at løgtingið ger eina nøktandi raðfesting – tí støðan er tann at vit hava ikki ráð til annað enn at fáa tað mesta burtur úr hvørji einastu krónu sum tað almenna setur í umfar, sigur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Karí P. Højgaard.