Í inniverandi fiskiárið fram til 1. mars er viðrið á hýsuni minkað við 58,7% pr. dag. Toskurin er minkaður í virði við 27,4% pr. dag hóast veiðan av toski pr.dag er økt 3,3%
Sambært hagtølunu hjá Fiskiveiðueftirlitinum fyri (B3) stállínubátar hevur inniverandi fiskiár roynst sera ill.
Pr. 1. mars 2009 hava stállínubátarnir fiskað tilsamans 5.590 tons. Hetta eru góð 47,6% av samlaðu veiðini í undanfarna fiskiárið og hava stállínubátarnir higartil brúkt 55% av fiskidøgnunum í mun til 07/08.
Veiða pr.dag samlað fyri veiðuárið 07/08: 4801 kg.
Veiða pr.dag samlað fyri 1/9-08 til 1/3-09: 4.144 kg.
Hetta svarar til at samlaða veiðan pr. dag í inniverandi fiskiárið er minkað 13,7%.
Umroknað til krónu-virði fiskaðu stállínubátarnir fyri kr. 76.529 pr.dag (07/08) í mun til kr. 54.562 pr. dag í inniverandi fiskiárið. Sostatt er talan um eina minking uppá 28,7% í krónum og oyrum.
Meðalprísurin í fiskiárinum 07/08 var kr. 15,94 pr. kg og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 13,17 pr. kg. Sostatt er meðalprísurin lækkaður 17,4%.
Toskafiskiskapurin hjá stállínubátunum
Toskaveiðan pr.dag fyri veiðuárið 07/08 var 1453 kg.
Toskaveiðan pr. dag. í inniverandi fiskiárið er 1501 kg. pr. dag.
Hetta er ein vøkstur uppá 3,3%
Viðrið pr. dag. fyri fiskiárið 07/08 var kr. 37.517 pr. dag.
Viðrið pr. dag í inniverandi fiskiárið er kr. 28.132. Hetta er ein minking uppá 25%.
Meðalprísurin á toski í fiskiárinum 07/08 var kr. 25,82 pr. kg. og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 18,74 pr. kg. Hetta er ein minking uppá 27,4%.
Hýsufiskiskapurin hjá stállínubátunum
Hýsuaveiðan pr.dag fyri veiðuárið 07/08 var 1324 kg.
Hýsuveiðan í inniverandi fiskiárið er 719 kg. pr. dag. Hetta er ein minking uppá 45,7%
Viðrið fyri fiskiárið 07/08 var kr. 16.566 pr. dag.
Viðrið í inniverandi fiskiárið er kr. 6.839 pr. dag. Hetta er ein minking uppá 58,7%.
Meðalprísurin á hýsu í fiskiárinum 07/08 var kr. 12,51 pr. kg. og í inniverandi fiskiárið er meðalprísurin kr. 9,51 pr. kg. Hetta er ein minking uppá 30%.




