1. desember í fjør tók Jan Danielsen við sum stjóri fyri Vøruhússamtakið og nú 2. februar, varð Jógvan H. Jacobsen settur sum leiðari á Vøruhúsinum í Klaksvík.
Tá vit vitjaðu inn á gólvið á Vøruhúsinum í Klaksvík mánadagin, hittu vit teir báðar Jan og Jógvan í handlinum og fingu eitt lítið prát.
Teir báðir siga, at vit fara at síggja broytingar í handlinum í Klaksvík, nú nýggir kustar hava tikið við. Fyri tað fyrsta, so hava vit longu vent handlinum, við tað at inngongin aftur er niðaneftir, soleiðis at andlitið hjá handlinum er har ferðslan er.
Harafturat er ætlanin at gera nógv meira við málingvørubólkin enn vit hava gjørt. Vit umboða Sadolin, og tað er eitt sera gott merki. Vøruúrvalið er stórt í Vøruhúsinum, og tað fer at vera enn størri, men siga teir báðir, at øll eru vælkomin inn í Vøruhúsið at kunna seg um spennandi nýggju gongdina í vøruúrvalinum.




