Sunnudagin verður toppdystur í Runavík, tá Tjaldur tekur móti oddaliðnum Stjørnan
Nú bert tvey umfør eru eftir av innleiðandi umfarinum í hondbóltskappingini hjá kvinnunum, er rættiligur spenningur komin í. Støðan er tann, at Stjørnan hevur tryggjað sær pláss í fm-finaluni. Sum er liggur Stjørnan á odda við 29 stigum, tó skulu tær helst vinna annan av dystunum sum eftir er at leika í innleiðandi umfarinum, fyri at verða heilt sikrar í at varveita fyrsta plássið.
Kappingin, um hvat lið skal møta Stjørnuni í fm-finaluni, stendur millum Tjaldur, VB og Neistan, og her kann alt henda. Tjaldur er á øðrum plássi við 25 stigum, síðani kemur VB við 24 stigum, og á fjóðra plássi er Neistin við 23 stigum, t.v.s., er tað eru bert tvey stig millum nummar tvey og nummar fýra.
Dystirnir, sum verða leiktir nú sunnudagin, eru tí rættiliga avgerðandi. Sum nevnt, so leika Tjaldur og Stjørnan í Runavík, og í Vági hittast VB og Neistin. Triði dysturin er millum Kyndil og StÍF.
Skráin fyri seinasta umfar sær soleiðis út, Stjørnan tekur móti Kyndli, í Havn hittast Neistin og Tjaldur, meðan StÍF fær vitjan av VB.




