Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways málið – ein søga um tætt samskifti?

John William Joensen

Tað er trupult at skilja hví eitt mál um umskipan av eini almennari nevnd kann gerast eitt álvarsamt samgongumál á hægsta politiska stigið – men svarið er kanska tættleikin í føroyska samfelagnum

Søgan byrjar í eini tíð tá partabrævahandlar eru í hæddini.
Stjórin í Atlantic Airways saman við øðrum leiðandi persónum í flogfelagnum stova eitt partafelag, sum við láni frá peningastovni keypur partabrøv í Atlantic Airways.

Um hetta mundi eru partabrøv ein góð íløga og tílíkir handlar púra vanligir.

Men trupuleikar stinga seg upp tá partabrøvini hjá Atlantic Airways byrjað at falla í virði.

Endin er at lánveitarin krevur at fáa betur trygd ella inngjald og tá tað ikki eydnast at liva upp til hesi krøv far málið eina vend sum í baksýnið kann tykjast løgin.

Ein av stóru samstarvspartnarunum hjá Atlantic Airways bjóðar sær at gerða ein býtishandil – har felagið yvirtekur partabrøvini í Atlantic Airways og harvið skyldurnar hjá stjóranum og hinum liðslupersónunum í Atlantic Airways mótvegis peningastovinum. Ístaðin fáa leiðslupersónarnir í Atlantic Airways partabrøv í sama felag sum er ein av høvuðs veitarunum hjá flogfelagnum.

Men varð hesin handilin staðfestur, so hevði m.a. stjórin í Atlantic Airways verið partaeigari í einum felag sum m.a. livir av at selja eykalutir, motorar og annað til flogfelagið.

Løgfrøði, ábyrgd – moralur?
Tað sum síðani fer fram er eitt sindur trupult at skilja og meiningarnar eru eisini ymiskar um hvat er rætt ella ikki.

Viðurkendur danskur professari í løgfrøði hevur gjørt eina kanning fyri nevndina í Atlantic Airways og niðurstøðan av hesi kanningini er almannakunngjørd fyri stuttum og har verður staðfest at einki ólógligt er farið fram.

Men málið snýr seg ikki einans um løgfrøði.

Tað er trupult at skilja hví nevndin í Atlantic Airways fer aktivt inn í eitt mál – sum í grundini er eitt privatmál hjá stjóranum og teimum persónum sum eiga partabrøvini.

Var handilin farin fram so er lítil ivi um at tala hevði verið um eitt greitt álitisbrot millum stjórn og nevnd í Atlantic Airways.

Nevndin hevði ikki kunnað livað við at stjórin í felagnum saman við øðrum leiðandi persónum í Atlantic Airways sótu báðumegin borði sum partaeigara hjá veitara.

Men ístaðin far málið eina vend sum setur ljós á tætta samskiftið millum leiðsluna og í hvussu so er ein stóran meiriluta av nevndarlimum í Atlantic Airways og tað var eisini nevndin í Atlantic Airways sum at enda loysti persónligu/fíggjarligu trupuleikarnar hjá leiðslupersónunum í felagnum.

Nevndin kendi seg noyddan at fara inn í málið
Í januarmánaða sendir formaðurin í nevndini hjá Atlantic Airways eitt tíðindaskriv út har hann alment greiður frá hví nevndin valdi at blanda seg inn í persónligu viðurskiftini hjá leiðsluni í felagnum. 

Í brævinum skrivar formaðurin í Atlantic Airways m.a.:
….Handilin við partabrøvunum fór fram í fullum opinleika og varð fráboðaður virðisbrævamarknaðinum í summar, eftir at nevndin hevði fingið góðkenning frá felagsins regluvørði at fremja handilin. Heimildina at keypa fyri 10 prosent í yvirkursi, ið svaraði til 230.000 kr., hevði nevndin í viðtøkunum hjá felagnum. Viðvíkjandi virðisásetingini metti nevndin, at av tí, at nærum ongin umsetningur var í partabrævinum hjá felagnum, var partabrævið meira vert, enn dagskursurin á 219 vísti. Innara virðið í felagnum svaraði eisini til umleið kurs 240. Nevndin metti eisini, at tørvandi umsetningurin stavaði m.a. frá óvissuni um framhaldandi einskiljing av felagnum, sum annars var sett út í kortið, tá íleggjarar settu pening í felagið upprunaliga….
….. Avgerðin um at keypa partabrøvini varð tikin, tí nevndin metti, at keypið avgjørt var í felagsins áhugamálum. Leiðsla felagsins ynskti at umskipa síni ognarviðurskifti og hevði í umbúna at selja síni partabrøv til ein av stóru partaeigarunum í felagnum. Hetta helt nevndin vera óheppið, tí spurnartekn kundi fara at verða sett við óheftnið hjá leiðsluni. Nevndin gjørdi tí av at keypa helmingin av partabrøvunum og gjørdi eina nýggja management-avtalu við leiðsluna, sum knýtti hana tættari at felagnum. Felagið stóð í juni í fjør fyri sera nógvum og stórum avbjóðingum, sum allar kravdu fullan innsats bæði frá nevnd og leiðslu, og á hendan hátt vildi nevndin skapa stabilitet í felagnum…….

Tætt samband millum nevnd og leiðslu
Eftir stendur tó at nevndin í felagnum við at keypa partabrøv fyri kr. 230.000 meira enn almenna dagskursin, hjálpti leiðslu felagsins burtur úr fíggjarligum trupuleikum sum persónarnir í leiðsuni hjá flogfelagnum vóru komnir út í.

Fyri at skilja hetta mugu vit hyggja nærri eftir persónunum sum manna nevndina í Atlantic Airways.

Nevndin er samansett av fimm persónum harav tvey umboðandi starvsfólkini hjá Atlantic. Triði persónurin umboðar júst áðurnevnda felag, sum hevði bjóða seg til at hjálpt leiðsluni við einum býtishandli. Sostatt er greitt at ein meiriluti av nevndarlimunum hevur havt eitt sera tætt tilknýti til leiðsluna í flogfelagnum og tí er næliggjandi at hugsað at hetta var avgerðandi fyri at nevndin fór inn í málið.

Alment felag – politikarar og vinnulívsfólk.
Eftirfylgjandi hevur stórt rumbul verið kring flogfelagið og málið um partabrævahandilin hevur fylt nógv í miðlunum. Málið kom av álvara á politiska víðvøllin tá tíðindi bórust um at landsstýrismaðurin í Vinnumálum – umboðandi høvuðspartaeigaran (Føroya Landsstýri) hevði í kvittanum at umskipað nevndina í felagnum o m.a. skifta persónarnar í nevndini út. Eisini er ætlanin at víðka talið á nevndarlimum og sambært landsstýrismanninum verður hetta gjørt fyri betur at umboða almenna partapeningin í felagnum.

Leiðslan í Fólkaflokkinum hevður greitt boða frá at flokkurin ikki tekur undir við ætlanunum hjá landsstýrismanninum – og hevur í brævið til løgmann kravt at Føroya Løgmaður kemur uppí málið. 

Flokkurin metir ætlanirnar hjá landsstýrismanninum at ganga beint ímóti teimum lyftum sum landsstýrið gav tá ein triðingur í atlantsflog var privatisera.

Tað er tó neyvan sannlíkt at løgmaður fer inn í málið og Fólkaflokkurin hevur heldur ikki fingið stuðul frá Javaðarflokkinum ella Tjóðveldinum og tí er neyvan sannlíkt at málið fær politiskar avleiðingar.

Føroyska samfelagið er eitt lítið samfelag og tætta sambandi millum leiðandi persónar í vinnilívinum og politisku skipaninan gerð at slík mál eru sera torfør at handfara – serliga í politisku skipanini.

Men velur ein at hyggja at stóru heildarmyndini so er trupult at skilja at eitt so banalt mál – umskipan av eini almennari nevnd – skal leiða til so stórt politiskt rumbul sum vit hava sæð seinastu dagarnar.

Tá uppskotið um fiskidagar hjá CHE samgonguni fall í løgtinginum – noyddist formaðurin í einum av samgonuflokkunum at staðfesta at flokkur hansara megnaði ikki at verða stjórnarberandi! Málið um ætlaðu umskipan av nevndini í Atlantic Airways setur enn einaferð fokus á sama spurning – nevniliga um ABC flokkarnir megnað at verða stjórnarberandi!

Livst so spyrst.

John William Joensen
Norðlýsið