Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

North Adventures spennir seg út til summarið

John William Joensen

Tað eru fólkini aftanfyri ferðafólkabátarnar Alfa Pilot og Komet, ið nú hava tikið seg saman í North Adventures, og ætla teir rættuliga at bjóða Norðoyggjar fram í summar.

Teir báðir Klæmint Hansen og Petur Simonsen eru menninir, ið standa aftanfyri North Adventures. Teir siga við Norðlýsið, at nú teir hava keypt Alfa Pilot afturat Komet, sum teir brúktu seinasta summar, er ætlanin at bjóða skipini fram á trimum mótum.

Fiskitúrar
Fyri ferðafólk, bæði útlendingar og føroyingar, ið dáma at fiska, fer Komet at gera túrar í fjørðin at fiska. Klæmint sigur, hetta hava vit royndir av seinastu trý árini, og tað riggaði stak væl. Norðuroyggjar eru sera væl egnaðar til at fyriskipa slíkum túrum, tí vit kunnu altíð sigla undan veðrinum og finna slættan sjógv onkustaðni har til ber at fiska. Tað vísti seg eisini í fjør, tá vit ikki avlýstu nakran av lýstu túrunum, tó bleiv ein, ið skuldi vera leygardag fluttur til sunnudag.

Síggið landið

Eisini verður skipað fyri vanligum sightseeingtúrum kring oyggjarnar við Alfa Pilot. Alfa Pilot skal ganga út frá Hvannasundi, har hann skal gera útferðir undir Enniberg um viðrar, men eisini kring Svínoynna Fugloynna og eisini suðureftir fram við Lisshøvda, Barmi og Skorini.
Her eru ríkir møguleikar, meta teir báðir Klæmint Hansen og Petur Simonsen. Vit leggja stóran dent á, at skipini skulu sigla lýstu túrarnar, tí meta vit at tað er sera væl egnað hjá Alfa Pilot at liggja sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi, tí hagani ber til at fara túrar, bæði á lágætt og høgætt.

Torvskurður í Svínoy

Sum nakað spildurnýtt, sum ongantíð er roynt í Føroyum fyrr er ein torvskurðatúrur til Svínoyar. Ætlanin er, at fara úr Hvannasundi um 10 tíðina um morgunin, farið verður upp á land í Svínoy, har Eyðun Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri í Svínoy tekur ímóti. Síðani verður farið út á torvheiðarnar har tú fært høvi at skera torv saman við svínoyingi. Ferðaleiðarin leiðir so bólkin aftur til bygdina, har ein vanlig føroysk máltíð verður at fáa, og ikki minst, ferðandi fáa frásagnir um søguna frá svínoyingum, og har er ikki so lítið at taka av.

Ætlanin er eisini, at ferðafólkini skulu uppliva at torv verður brent, so til ber at tevja tiltikna angan av brennandi torvi.
Sigast má, at hetta er eitt sera spennandi átak, sum farið verður undir nú, og hetta kann ivaleyst vera ein stuðul undir at menna útoyggjarnar.

Teir báðir siga, at ætlanin eisini er at fara víðari til Fugloynna, um áhugi er fyri tí, men tað verður ikki tikið við í skránna í ár. Latið okkum nú síggja, og fáa hetta fyrst at rigga, so kunnu vit altíð byggja víðari uppá hetta virksemið, siga teir báðir Klæmint Hansen og Petur Simonsen.

Faldari um átakið er í framleiðslu nú, og verður helst tøkur á kunningarstovum og á øðrum støðum kring landið í komandi viku.