Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Meira Dynamitt á Summar Festivalinum

(Erik Biskopstø)

Summar Festivalurin hevur fest í fjúsið, og í august fer Dynamitt í luftina á Vágsbøi. Vælumtókti poppbólkurin við teimum stuttligu, fangandi og øru sangunum er til reiðar til enn eitt tørn á Summar Festivalinum

Teir kunnu fáa eina áhoyrarafjøld at flippa út, sum galt tað lívið. Teir kunnu fáa blóðið í kók hjá teimum kritisku ummælarunum. Og teir kunnu fáa øll – næstan øll – at syngja við til stuttligar, fjollutar og festligar sangir.

Líkamikið hvat fólk halda um Dynamitt, so ber til at staðfesta, at tað er ein bólkur uttan sín líka. Lívligu og løttu poppsangirnir hava verið tráspældir í útvarpi, og á konsertum og í dansi hava fólk tikið væl ímóti hálvøra bólkinum.

Áhoyrarafjøldina hava teir altíð havt í síni hulu hond. Teir kunnu lyfta fólk upp frá, rysta og ruska tey, so at tey missa fótafestið og tíðarkensluna, og so senda tey heim við einum stóru smíli og einari góðari kenslu í kroppinum.

Dynamitt hevur ongantíð reypað sær av at verða tann tekniskt besti bólkurin, men teir hava sum fáir bólkar dugað at skriva og spælt landaplágur. Sum dansibólkur frá 1984 og nógv ár fram var Dynamitt í serflokki, og á útgávum síðani 1987 hava teir eisini setti síni týðuligu spor í føroyska tónleikalandslagnum.

Og við framførslunum fyri túsundtals fólkum á Summar Festivalinum hava teir lagt nakað heilt serligt afturat sínum avrikum. Fólk í stórum tali hava dyrkað teir, og áheitanar á Summar Festivalin um at fáa Dynamitt aftur á skránna hava verið óteljandi.

Og tað ber ikki til at standa ímóti, so Dynamitt spælir aftur á Summar Festivalinum 2009.