Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lydia Joensen í Leikalund

John William Joensen

Fríggjadagin 1. mai kl. 16 letur upp nýggj spennandi listaframsýning við Lydiu Joensen í Leikalund í Klaksvík.

Lydia er fødd og uppvaksin í Klaksvík, og er útbúgvin lærari. Hetta er fyrsta framsýning hjá Lydiu, og hon vísir fram 20 nýggjar málningar úr akryl. Tað eru náttúrulýsingar, tær flestu úr Norðoyggjum, málaðar við spennandi litum og ljósspæli. Í samband við at framsýningin letur upp, verður móttøka og øll eru hjartaliga vælkomin. Leikalund bjóðar í hesum sambandi ein kaffimunn.

Framsýningin heldur fram allan mai mánaða, og er opin vanligar upplatingartíðir hjá Leikalund.

Harleyfacadeacryl