Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Eldrasamkoman í Betesda útferð til Toftir

John William Joensen

Fríggjadagin 22. mai kl. 13.30 fer bussur frá Betesda útferð til Toftir.

Seinasta eldrasamkoman í Betesda hetta vetrarhálvárið verður fríggjadagin 22. mai kl. 13.30.

Tað hevur verið hugnaligt hjá teimum eldru at koma saman í Betesda ein fríggjadag um mánaðin ígjøgnum veturin til frásagnir, felagssang, gott prát, lívgandi orð og annað.

Hesaferð verður tað eitt sindur øðrvísið, tí løgd er nú til rættis útferð til Toftir, har m.a. verður farið til nýbygda og stásiliga salin Nebo, frásagt verður um byggingina og eisini frágreiðing um Toftabygd.

Við hesari útferð verður seinasta eldrasamkoman hetta vetrarhálvárið.

Tilber at tekna seg hjá Karini og Magna Jacobsen á telefon 45 55 98 og 75 55 98 beinanvegin og í seinasta lagi komandi sunnudag 17. mai.

Kostnaðurin fyri bussferðina er 100 krónur.