Fríggjadagin og leygarmorgunin sigldi SAM fleiri túrar væl fyltur av bilum og fólki á veg á útoyggjastevnu á Kalsoynni.
Sambært www.utoyggj.fo sær skráin soleiðis út. Heimasíðan tekur fyrivarn fyri, at tað kunnu koma smávegis broytingar í klokkutíðirnar, og onkur tiltøk kunnu koma afturat á skránna.
Leygardag 20. juni:
Í Mikladali
09.00 – 10.00
Morgunmatur í Avhaldshúsinum
11.00
Útoyggjafelagið hevur aðalfund
12.00 – 13.30
Suppa í Avhaldshúsinum
13.30 –
Framsýning í skúlanum í Mikladali
13.30 –
Gunvá við Keldu, borgarstjóri, setur stevnuna
– aftaná verður tog-togan o.a.
15.30
Farið verður norður á Trøllanes
Tiltøk á Trøllanesi:
16.00
17 Sangarar syngja.
16.30
Øssur Winthereig heldur røðu
17.00
Økisminking í 10 ár” kjakfundur um gongdina á útoyggj. Á fundinum luttaka Johan Dahl og Bjørt Samuelsen, sum politisk umboð, umframt samfelagsfrøðingur, ungdómur, umboð fyri ferðavinnuna og ein búsitandi á útoyggj.
18.00
Framsýning av gomlum myndum aftur til 1930. Um fólk og mentan á Trøllanesi 19.30 Kvøldseta við røðu og felagssangi
21.00 – 22.00
Fráferð
Kl. 22.00
Skipar bygdarfelagið Sigurðsglæman á Húsum fyri dansi á bryggjuni á Syðradali.




