Formaðurin í Tjóðveldinum hevur verið havt ábyrgd av nøkrum av smærri ráðunum í føroyska landsstýrinum í tveimum tiðarskeiðum
Frá mai mánaða 1998 til juni mánaða 2002 er Høgni Hoydal landsstýrismaður í sjálvstýris- og løgmálum sum ikki eru serliga stór málsøkið tá tosað verður um krónur og oyru. Hetta tíðarskeiði var meirnýtslan hjá landsstýrismanninum 533.000 krónur. Frá juni mánaða 2002 til desember 2003 er Høgni Hoydal landsstyrismaður í sjálvstýrismálum og løgmálum og sambært tølunum frá fíggjarmálaráðnum brúkar landsstýrismaðurin 300.000 krónur meira enn játtan er fyri.
Frá februar 2008 til september 2008 er Høgni Hoydal landstýrismaður í uttanríkismalum og tá er óheimilaða meirnýtslan hjá uttanríkisráðnum góðar 400.00 krónur.
Tølini eru frá fíggjarmálaráðnum




