Umframt Klaksvíkar Kommunu er EIK høvuðsstul hjá Føroya Sjómannadegi 2009
Á móttøku umborð á Draganum fyrrapartin undirskrivaðu Føroya Sjómannadagur og EIK samstarvsavtalu fyri 2009.
Tað var deildarleiðarin hjá EIK í Klaksvík, Hilmar Sam Lamhauge, sum skrivaði undir samstarvs-sáttmálan og vegna sjómanndagin undirskrivaði Eyðstein Poulsen.




