Vestmanna Kirkjukóri saman við m.ø. Rúna Brattaberg fer at seta dám á eitt annarleiðis kvøldu í Christianskirkjuni komandi sunnukvøld
Komandi sunnukvøld klokkan 19.30, verður stórfingin konsert í Christianskirkjuni við Vestmanna Kirkjukóri.
Við eru eisini aðrir kendir solistar; Súsanna Brattaberg og ársins songrødd, Birita Poulsen og eisini Rúni Brattaberg.
At hoyra slíkar røddir í Christianskirkjuni saman við einum kóri, sum er í góðari venjing, er ein upplining av teimum stóru.
Vestmanna Kirkjukór er júst afturkomið av ferð í Íslandi, har áhugin fyri kórinum var stórur.
Væntandi fáa fólk eina ógloymandi løtu í Christianskirkjuni í sunnukvøldið kl 19.30.




